Koyrikort og epilepsi er evni á fundi, sum verður hildin í Miðlahúsinum í morgin ? altso hósdagin ? klokkan 19.30 Her fer Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, at greiða frá viðurskiftum hjá fólki við epilepsi og ta ávirkan, sum hetta hevur á koyriførleikar teirra.
Tiltakið er ætlað øllum við epilepi, sum koyra akfør ella skulu taka koyrikort til eitthvørt akfar, hvat tey skulu hugsa um í ferðsluni í sambandi við epilepsi, og hvørjar treytir eru í sambandi við koyrikort. Tað er sera umráðandi, at ein við epilepsi tekur hetta í djúpasta álvara og ikki letur verða við at boða frá, at viðkomandi hevur epilepsi í sambandi við koyrikort.
Treytirnar eru ymiskar, alt eftir um tað er fyrstu ferð koyrikortið skal takast, ella um ein hevur koyrikort og fær herðindi av epilepsi.
Eisini verður kunnað um ætlaða granskingarverkætlan innan epilepsi í Føroyum, har Bjarki á Rógvi Hansen og Sigurdi Vang frá ílegusavninum greiða frá.