Bilførarar hava skikkað sær væl á ólavsøku

Ferðslupolitiið hevur havt verið úti um seg um ólavsøkuna og kann bilførarar fyri rúsdrekka. Sum vit skrivaðu í gjár, so var ein maður tikin við skógrøktina í Hoydølum og skuldsettur fyri at hava koyrt ávirkaður.

 

Tað var tó í tí stóra heila tað, sum var. Av støðini var sagt, at ólavsøkan gekk friðarliga fyri seg, eisini í ferðsluni.

 

Kanningar vórðu gjørdar við Norðskálatunnilin á ólavsøku og 50 bilar blivu steðgaðir, men eingin førari bleiv tikin fyri at koyra ávirkaður.