Bøturnar fyri ymisk lógarbrot í ferðsluni, eiga at nógv hægri enn tey eru í dag.
Tað halda tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í roynd og veru halda tey, at bøtur eiga at verða endurskoðaðar javnan.
Ein bót, sum tey halda, er ov lág, er bótin fyri at tosa í handhildnari fartelefon.
- Í dag fer bilførari, sum tosar í handhildnari fartelefon, 500 krónur í bót, staðfestir Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hann vísir á, at í Danmark er bótin 1500 krónur.
- Har hava eisini røddir verið frammi um, at bilførari, sum tosar í handhildnari fartelefon, skal somuleiðis fáa klipp í koyrikortið, men tað er so ikki sett í verk enn.
- Yvirhøvur hava vit tosað um, at í Føroyum áttu vit at brúkt tær bøturnar, Ríkisadvokaturin ásetir, og tær eru væl hægri enn tær eru í Føroyum, sigur formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hann heldur, at tað er sum at sletta vatn á gás, at geva einum bilførara 500 krónur í bót, tí tað ger hvørki frá ella til.
Gallupkanningar hava víst, at færri og færri bilførarar tosa í handhildari fartelefon, men tað eru mong, ið ivast í um tað er veruleikin.
Kári Torsteinsson, sum eisini er løgreglumaður, sigur, hagtølini vísa, at hesi seinastu fýra árini, hava ímillum 176 og 323 bilførarar fingið bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon.
Annars hevur løgreglan havt hesi mál um bilførarar, sum eru tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon:
2012: 323 bilførarar
2013: 285 bilførarar
2014: 176 bilførarar
2015: 251 bilførarar
Men Kári Thorsteinsson sigur, at tølini skulu takast við fyrivarni, tí tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv løgreglan hevur gjørt av átøkum ímóti fartelefonum.
Hann heldur eisini, at bøturnar fyri at koyra ov skjótt eiga at verða endurskoðaðar, so at vit fáa somu skipan sum í Danmark, har bótin hækkar munandi, alt eftir, hvussu nógv, tað verður koyrt ov skjótt.