Bilbumba er sprongd á Krim-brúnni

Ein bilbumba er sprongd á Krimbrúnni til Russlands, upplýsir russiska antiyvirgangsstýrið fyri tíðindastovum.

 

Eldur sæst langvegis frá eins og myrkur roykur frá eldinum á 19 kilometra lngu brúnni, sum varð tikin í nýtslu í 2019. - Foto: Stringer/Reuters

Ein bilbumba er sprong á brúnni frá Russlandi til hálvoynna Krim, og fleiri tokvognar brenna. Tað endurgeva fleiri tíðindastovur russiska stýrið ímóti yvirgangi fyri at upplýsa.

– Í morgun klokkan 06:17 er ein bilbumba sprongd á brúnni til Krim, sigur russiska stýrið, og leggur afturat:

–Bilbumbarn sprongdist og setti eld í fýra tangavognar, sum skuldu til Krim.

Les eisini: Eldur í oljutanga á brúgv um Kertj-sundið til Krim

Brúgvin er mett sum eitt týdningarmikið prestisjuprosjekt fyri Russland, og tað var sjálvur Vlademir Putin sum vígdi brúnna í 2019 undir stórum hátíðarhaldi.

Tað var fimm ár eftir, at Russland ólógliga tók ukrainsku hálvoynna.

Krim er ein ukrainsk hálvoygg, sum varð hertikin av Russlandi í 2014.

/ritzau/

 

Eldur sæst langvegis frá eins og myrkur roykur frá eldinum á 19 kilometra lngu brúnni, sum varð tikin í nýtslu í 2019. - Foto: Stringer/Reuters

 Tað er eftir øllum at døma eingin fólkaskaði av eldinum, verður sagt frá russiskari síðu.  - Foto: Stringer/Reuters