Hans Jákup Langgaard hevur í dag sagt seg úr starvinum sum stjóri á P/F Samskifti hjá Føroya Tele, tí hann tann 1. oktober tekur við sum stjóri í P/F Bilasøluni, sum selur bilmerkini Audi, VW og Skoda.
Umframt at taka við sum nýggjur stjóri, so hevur hann eisini keypt seg inn í felagið.
Hans Jákup Langgaard hevur starvast í 15 ár hjá Føroya Tele, og fyri tað tíð í 20 ár hjá Elektron.
– Mítt fokus sum stjóri í Bilasøluni verður á kundatænastu, starvsfólkarøkt, nøgdsemi og at selja, sigur Hans Jákup Langgaard, sum sigur seg vera sera spentan upp á nýggju avbjóðingina.
Nú er hann í ferð við at rigga av á Føroya Tele – fyri síðani at seta seg í stjórasessin hjá nærmasta grannanum hjá Føroya Tele í Hoyvík, P/F Bilasøluni.
Tað vóru Hendrik Egholm og Christian Nagata, sum í fjør keyptu P/F Bilasøluna frá Gunnari Justinussen. Síðani tá hevur Henrik Egholm verið stjóri.
Men 1. oktober verður Hans Jákup Langgaard nýggjur stjóri í bilsaøluni.