Hesin vegur er fyrsti millumbygdavegur í Føroyum, bygdur í 1907. Einasti partur, sum eftir er í nøkulunda upprunalíki er vegurin oman í Hoydalar til gamla studentaskúlan.
Vegur varð gjørdur millum Havnina og Sanatoriið, sum tá varð bygt í Hoydølum til tuberklasjúklingar.
Hoydalsvegurin byrjar niðri við Sjónleikarhúsið og fer niðan gjøgnum Plantasjuna niðan í Gundadal. Nú er vegurin horvin millum Gundadalsvegin og Háls, tí Tórsvøllur er bygdur út yvir vegin. Men tann stubbin, sum er frá Tórsvølli og niðan til rundkoyringina á Hálsi er tann gamli Hoydalsvegurin, sum vanliga varð róptur Sanatoriivegurin.
Eftir at Hvítanesvegurin varð breiðkaður og longdur oman til Ringvegin, sum var bygdir í staðin fyri Hoydalsvegin, so hvarv gamli »Sanatoriivegurin« undir Eystara Ringvegi. Men vegurin oman til gamla studentaskúlan eitur nú Sanatoriivegur.
Bilurin á myndini lá ein morgun herfyri í veitini við Sanatoriivegin – onkur sum varð testaður, hevur verið óheppin og mátta lata bilin liggja, til hann varð hálaður uppaftur.