Bilafestivalur: Skulu vit koyra við olju ella el?

Á bilafestivalinum, sum verður á Toftum leygardagin og sunnudagin, verða tvey pallborðskjak leygardagin - hitt fyrra um tunnilsgjøld og hitt seinna um olju ella el.

Eins og í fjør verður tað eisini hesaferð á bilafestivalinum skipað fyri pallborðskjaki.

 

Her verður kjakast í tveimum umførum, ávikavist leygardagin klokkan 16 og klokkan 17.15. 

 

- Tað er okkum ein gleði at kunngera, at pallborðið í kjakinum um, hvørt el-bilar eru eydnan ella ikki nú er mannað.

 

Tað siga fyrireikararnir av bilafestivalinum.

 

Teir, sum fara at luttaka í pallborðskjakinum um olju ella el, verða Óli Breckmann, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaður, Justin Philbrow, formaður í Elbilafelagnum og Eyðstein Zachariasen, bilasølumaður.

 

Teir hava allir boðað frá luttøku, og tað verður varaborgarstjórin í Nes kommunu, Heini Kristiansen, sum fer at leiða kjakið í morgin klokkan 17.15.