Ætlanin um at broyta vápnalógina, eigur at verða slept í hesum umfari.
Tað sigur Michael Dalbø, formaður í Veiðifelag Føroya
Landsstýrið hevur laft uppskot fyri løgtingið um at broyta vápnalógina.
- Hettar er sanniliga eitt álvarsmál, bæði tí, at skotvápn jú er vandamikil amboð, ið skulu handfarast skilagott, sigur Michael Dalbø, formaður í Føroya Veiðifelag.
Hann staðfestir, at tað er so nógv pjøssað upp á vápnalógina, at nú er hon at meta sum eitt klútateppi av inntrivum, ið als ikki eru nútíðarhóskandi.
Ístaðin fyri at skunda málið ígjøgnum nú, heitir hann á løgtingið um at sláa kalt vatn í blóðið og at viðgera málið nágreiniliga.
- Tað er sum um, at bara vit hava nokk av avmarkingum og forboðum, so er alt gott, sigur Michael Dalbø
- Men einki kundi verið meira misvísandi, tí føroyingar mugu metast, at verða eitt av heimsins friðarligastu fólkasløgum.
Og tær fáu ferðir, vápn verða brúkt í harðskapi, er tað næstan aldrin skotvápn, men onnur vápn.
Spurningurin er so um vit skulu bannað køksknívum ella kúbeinum, tí tey onkuntíð er brúkt í harðskapi.
Michael á Dalbø heldur ikki, at nakrir fáir tilburðir, har fólk, ávirkað av rúsdrekka, hava skotið við byrsu, er nóg gott grundarlag fyri at broyta alla lógina.
- Vit í varða av veiðimentani og skjótiítrottini standa spyrjandi um, hví ein føroyingur ikki kann eiga eina riflu til ítrottarskjóting ella veiði uttanlands
- Hví kunnu ungfólk ikki sleppa at royna seg at skjóta eftir leirdúgvum og at skjóta við skammbyrsu niður í 12 ára aldur. Vit vita, at tað er í teimum heilt ungu árunum, at teir evnaríku skjúttarnir verða funnir og mentir, akkurát sum í flest øllum øðrum ítrottagreinum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu formaðurin í veiðifelagnum heldur, at vit eiga at fara fram.