Biðjur Karsten og Jenis um umbering

Nevndalimur í Giktafelagnum kennir einki til skuldsetingar ímóti teimum báðum

- Eg eigi ongan lut í ákærunum ímóti Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, og Jenis av Rana, løgtingsmanni fyri Miðflokkin.

 

Tað sigur Hanna S. Absalonsen, nevndarlimur í Giktafelag Føroya.

 

Í fyrradagin var Giktafelag Føroya setstakliga hvassorðað ímóti Karsteni Hansen og Jenisi av Rana í eini almennar fráboðan. Men tað sær út til, at tey vóru nakað kvik at lata skotið av, tí nú sigur ein av nevndarlimunum í felagnum, Hanna S. Absalonsen, at hon eigur ongan lut í hesum ákærum.

 

Hon sigur, at hon hevur fingið avrit av eimum skrivi, Giktafelagið hevur sent fjølmiðlunum um støðuna hjá teimum, sum hava gikt. Í brævinum verða bæði Karsten Hansen og Jenis av Rani beinleiðis lagdir undir at lúgva.

 

 

Les ákærurnar ímóti Karsten Hansen og Jenis av Rana við at trýsta HER

 

 

Sambært heimasíðuni hjá giktafelagnum er Hanna S. Absalonsen skrivari í felagnum. Sjálv sigur hon, at hon er fyrrverandi skrivari, men at hon framvegis er nevndarlimur í felagnum.

 

Hon sigur, at hon hevur ikki hoyrt orðaskifti, har Karsten Hansen, og Jenis av Rana skulu hava havt sagt ósatt.

 

- Harumframt viðger skrivið frá giktafelagnum viðurskifti á Landssjúkrahúsinum, - Heilsutrygd, Heilsumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Serlæknafelagnum, sum eg ikki havi innlit í, sigur hon.

 

Tí hevur hon heldur ongar ongar fortreytir fyri at meta um støðuna – og als ikki at átala hana.

- Sum limur í giktafelagnum og nevndarlimur í hesum felag kenni eg meg samsekan í ákærunum, sum eru førdar fram í skrivinum, og átalunum á viðurskifti á heilsuøkinum, sigur Hanna S. Absalonsen.

 

 

Les aftursvarið frá Karsten Hansen HER

 

 

Men hon sigur, at hon hevur als einki við skrivið frá Giktafelagnum til fjølmiðlarnar at gera, tí hevði sæð tað, áðrenn tað var almannakunngjørt.

 

Tí biðjur nú nú Karsten Hansen og Jenis av Rana um umbering fyri ákærurnar, sum eru førdar fram ímóti teimum í hennara navni.