Biden tók Khashoggi-drápið upp við krúnprinsin

Joe Biden segði við Mohammed bin Salman, at tað er hansara fatan, at krúnprinsurin persónliga hevði ábyrgdina av drápinum, sum fór fram í Istanbul í 2018.

Í dag hitti amerikanski forsetin, Joe Biden, saudi arabiska krúnprinsin, Mohammed bin Salman, í Jeddah. Á vitjanini tók forsetin málið um drápið á journalistin, Jamal Khashoggi, upp við krúnprinsin.

 

Eftir fundin segði Joe Biden sambært Reuters, at hann var sólarklárur um drápið av journalistinum á fundinum við krúnprinsin, og hann duldi ikki fyri, at tað er hansara fatan, at drápið varð bílagt av krúnprinsinum.

 

- Eg gjørdi greitt, at málið er av alstórum týdningi fyri meg og USA, segði forsetin. Tænastufólk í Saudi Arabia, sum Reuters hevur skift orð við, vátta, at forsetin tók Khashoggi-málið upp við krúnprinsin á fundinum teirra millum í dag.

 

Joe Biden segði við krúnprinsin, at tað er hansara fatan, at krúnprinsurin persónliga hevði ábyrgdina av drápinum, sum fór fram í Istanbul í 2018, men Mohammed bin Salman sýtti fyri, at hann hevði persónliga ábyrgd av hendingini.

 

Tað var ein sonevnd deyðsdeild, sum lokkaði saudi arabiska stjórnaratfinnaran og tíðindamann hjá Washington Post inn á saudi arabisku sendistovuna í Istanbul, har tíðindamaðurin varð dripin og stykkjaður sundur.

 

##med2##

 

Amerikansk fregnartænasta kom til ta niðurstøðu, at boðini um drápið vórðu givin av krúnprinsinum, sum er veruligi leiðarin í Saudi Arabia.

 

Joe Biden hevur áður lovað, at tey, sum stóðu aftan fyri drápið av tíðindamanninum, skulu dragast til svars í málinum, og forsetin hevur áður sýtt fyri at hava samband við krúnprinsin.

 

Í samrøðunum millum forsetan og krúnprinsin varð eisini skift orð um ymisk viðurskifti av áhuga hjá báðum londunum, og her segði Joe Biden eftir samrøðurnar, at framgongd hevði verið millum partarnar.

 

 

 

Jamal Khashoggi leið eina ringa lagnu á saudi arabisku sendistovuni í Istanbul.