Joe Biden skrivaði í gjár undir tvey forsetaboðskriv, sum hava til endamáls at víðka atgongdina til heilsutrygd í USA og rætta teir »skaðar«, sum undanfarni forsetin Donald Trump voldi amerikanrum.
Altjóða hjálparfelagsskapir kunnu aftur fáa stuðul úr USA, tá teir sum partur av teirra arbeiði ráðgeva familjum um fosturtøku.
– Í dag skrivi eg undir tvey boðskriv. Besti mátin at lýsa tey er, at tey rætta teir skaðar, sum Trump voldi, sigur Biden, tá hann skrivaði undir boðini í Ovala Rúminum í Hvítu Húsunum.
Hann segði, at hann ætlar at víðka tíðarskeiðið, har amerikanarar kunnu melda seg til Obamacare. Tað er tann parturin, sum skal geva milliónum av ótryggjaðum amerikanarum møguleika fyri at fáa eina sjúkratrygging.
– Fyri Biden forseta er tað nakað persónligt. Hann heldur, at allir amerikanarar hava rætt til at fáa frið í sinnið við at fáa atgongd til heilsurøkt, sum er til at gjalda, og sum hevur høga góðsku, verður sagt í boðunum úr Hvítu Húsunum.
Biden sendir út sonevnt memorandum, sum skal víðka rættin hjá kvinnum til fyribyrging og fosturtøku úti í heimi við at beina stuðulin til hjálparfelagsskapir.
Millum inntrivini er at steðga serliga kravinum til amerikanskan stuðul úti í heimi, sum er kendur sum »Mexico City Policy«.
Tað hevur higartil merkt, at altjóða hjálparfelagsskapir, sum ráðgeva um fosturtøku ella vísa til fosturtøku, ikki hava kunna fingið stuðul úr USA, meðan Trump var forseti.
Trump og stjórn hansara brúktu fýra ár at berjast ímóti Obamacare, sum Biden átti sín lut í sum varaforseti hjá Obama.
Teir royndu at rulla skpanina aftur, sum skuldi gagna fólki uttan sjúkratrygging.
Nú skal tað aftur gerast meira áhugavert. Nú skulu fólk kunna skriva seg upp til eina heilsutrygging frá 15. februar til 15. mai, upplýsa Hvítu Húsini.
Amerikanska heilsuskipanin er fyri hvønn íbúgva umleið tvífalt so dýr sum tann evropiska.
/ritzau/dpa.











