Biden fekk valstríðið aftur á beint

Í nátt var sjónvarpsdystur ímillum tey bæði varaforsetaevnini í amerikanska valstríðnum, demokratin Joe Biden og republikanaran Paul Ryan.

Tann stóri spurningurin var, um tað fór at eydnast tí roynda Joe Biden at fáa valstríðið hjá Barack Obama, forseta aftur á beint aftan á tað miseydnaða sjónvarpskjakið hjá forsetanum. Ein annar spurningur var, um Biden fór at standa seg í kjakinum við tann 20 ár yngra Ryan og hansara sera avgjørdu hugsanir.

Tíðindamaðurin hjá danska kringvarpinum sigur, at Joe Biden fekk valstríðið hjá demokratunum aftur á beint, og at hann eisini megnaði at kjakast við mótstøðumannin. Hinvegin er tað ein spurningur, um hetta var nóg mikið til at flyta republikanskar veljarar.

Orðaskiftið millum Joe Biden og Paul Ryan var rættiliga lívligt, og serliga Biden var ágangandi. Fleiri ferðir breyt hann mótstøðumannin av og risti við høvdinum, tá hin fýltist á politikkin hjá verandi umsiting.

Hetta var tað einasta sjónvarpskjakið millum tey bæði varaforsetaevnini. Harafturímóti eru tveir kjakdystir millum Barack Obama og Mitt Romney eftir.