- Vit leypa ikki á Russland, men vit hjálpa Ukraina at verja seg ímóti russisku "aggressiónini", sigur amerikanski forsetin, Joe Biden í dag.
Forsetin segði eisini, at USA fer ikki at lata Russland brúka veitingar av gassi fyri at leggja trýst á evropeisk lond - ella til at undirgrava revsitiltøkini í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina.
- Vit vilja ikki lata Russland hótta ella trýsta seg burtur úr revsitiltøkunum, segði hann.
Útsagnirnar hjá forsetanum vórðu bornar fram í einari røðu í amerikansku kongressuni, har hann eisini segði, at Russland nú má gevast at koma við "tómum hóttanum" um kjarnorkukríggj.
Joe Biden bað eisini kongressina um at góðkenna slakar 230 miljardir krónur eyka í samband við kríggið í Ukraina og segði tað vera ógvuliga umráðandi, at stuðulin verður góðkendur fyri at hjálpa krígsherjaða landinum.
- Fyri hvønn russiskan stríðsvogn í Ukraina, senda vit landinum 10 stríðsvagnaverjurakettir, sigur amerikanski forsetin.