Hósdagin 4. desember kl 16:00 sýnir Bibi Sigmundsdóttir fram í Snarskivuni hjá Tórshavnar kommunu. Framsýningin verður opin allan desember mánað Stílur hjá Bibi er naturalistiskur og seinastu árini hava hennara verk verið oljumálningar burturav.
Íblásturin er úr føroysku náttúruni og serliga eru tað litirnir, ið eru skapandi drívmegin. Umframt at endurskapa ta vøkru føroysku náttúruna við hennara vælumtóktu oljumálningum, hevur Bibi eisini málað anlitsmyndir og hópin av pastell- og vatnlitsmyndum.
Bibi hevur málað síðani hon var smágenta. Ein av hennara fyrstu framsýning var í 1953, saman við pápanum, Sigmundi Petersen (1904-1975). Síðani hevur Bibi havt fleiri framsýningar kring landið, eisini í Listaskálanum, Norðurlandahúsinum og Smiðjuni í Lítluvík.
Bibi Sigmundsdóttir hevur eisini havt framsýningar uttanlands. Millum annað var hon í 2006 boðin saman við systrini, Vígdis Sigmundsdóttir, til Íslands at hava framsýning í Duus húsinum í sambandi við mentunartiltak í Keflavík.
Málningar hjá Bibi hanga í mongum stovum her heima og eisini so víða sum í USA, Kanada, Japan, Ruslandi, Australia.
Framsýningin hjá Bibi Sigmundsdóttir letur upp hósdagin 4. desember klokkan 16, tá Snarskivan er opin kl 9-16, hósdagar tó kl 9-18. Men ikki leygardag og sunnudag.