Áðrenn Boys In A Band fara at umboða Føroyar í GBOB-finaluni mikukvøldið, spæla teir á spælistaðnum Barfly, London, í kvøld
Fyrr í heyst vunnu Boys In A Band (BIAB) føroysku GBOB-finaluna á The Story Ends og Fucking A, sum ávíkavist endaðu á einum øðrum- og triðjaplássi.
Mikukvøldið dystast teir ímóti øðrum ?landsfinaluvinnarum? í eini so kallaðari innleiðandi finalu. Her koma sjey út av fimtan bólkum víðari til tí endaligu finaluna, sum verður kvøldið eftir.
Men longu í kvøld ber til at hoyra BIAB á spælistaðnum Barfly í London. So um ein er í London-økinum í kvøld og hevur hug til eitt sindur av kovboyrokki, so er møguleikin til staðar.
Vitja
BIAB á MySpace<a> og les meiri um tiltakið.