Ahmed Korei hevur játtað at taka við sum palestinskur forsætisráðharri. Men hann veit væl, at hetta er ikki nakað lætt arbeiði, og at tað eru ikki skorin klæði, hann kemur til. Tí hevur hann sum eitt tað fyrsta stigið biðið ísraelska starvsbróðurin, Ariel Sharon, um hjálp.
-Lagnan hjá friðartilgongdini er bundin at tí, sum Ísrael ger. Skal tað eydnast mær at fullføra mítt arbeiði, má eg fáa hjálp frá tær, Ariel Sharon, segði Korei í gjár í einari beinleiðis áheitan á ísraelska forsætisráðharran.
Sambært ísraelska blaðnum Yediot Aharonot hevur Korei biðið ísraelsku myndugleikarnar gevast við at avrætta víðgongdar palestinskar leiðarar, beina burtur vegabyrgingar í teimum hersettu økjunum, lata palestinskar fangar leysar og taka hermenninar burtur úr Ramallah, har Yasser Arafat, forseti, heldur til.
Afturfyri skal Korei hava boðið sær til at tryggja eina vápnahvíld, sum verður hildin. Men Ísrael hevur sýtt fyri at gera fleiri avtalur um vápnahvíld, og talsmaðurin hjá Sharon segði í gjár, at talan verður ikki um nakra vápahvíld, fyrr enn allir teir víðgongdu palestinsku bólkarnir eru avvápnaðir.










