Biðja um uppvenjing í Íslandi

Bjarne Juul Pedersen, formaður í Heilafelagnum hevur spurt seg fyri um møguleikarnar fyri, at føroyingar, sum hava havt blóðtøpp ella heilabløðing, kunnu sleppa til Íslands til uppvenjingar aftur

Herfyri var Bjarne Juul Pedersen, formaður í Heilafelagnum á vitjan í Íslandi, og hann nýtti tá høvi at vitja íslandska heilafelagið, Heilaheill.
Har hitti hann formannin í felagnum Þóra Steingrimsson.
Samskifti er millum norðurlendsku feløgini, men Bjarne Juul Pedersen var fram, at óivað fáa mest burtur úr samstarvnum við íslendska felagið.
Hann nevndi, at uppvenjingin, sum givin verður í Føroyum er undir alt lágmark, og hann setti fram ynski um eina samstarvsavtalu, so føroyingar kunnu sleppa til Íslands at fáa uppvenjing. Í Føroyum fáa fólk, sum hava havt blóðtøpp ella heilabløðing, ov lítla uppvenjing, eftir at tey koma úr av sjúkrahúsinum.
- Í Íslandi verður beinanvegin farið til sjúklingin, meðan hann enn er á sjúkrahúsinum, og skipað uppvenjing verður sett í verk. Tað er so umráðandi at koma í uppvenjing so skjótt sum gjørligt, so sjúklingurin kann vinna sær førleikan aftur, sigur Bjarne Juul Pedersen.