Biðja Assad fara frá

Londini í Arabisku Samgonguni mæla nú sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, til at lata valdið frá sær fyri at fáa enda á bardøgunum í landinum. Tað sigur forsætisráðharrin í Qatar.

-Tað er semja um, at tað er neyðugt, at Bashar al-Assad fer frá sum skjótast, segði Sheikh Hamad bin Jassim bin Jabr Al-Thani við tíðindafólk aftan á ein ráðharrafund í Arabisku Samgonguni. Hann legði afturat, at Arabiska Samgongan mælir sýriska uppreistrarherinum til at skipa eina skiftisstjórn.

Á fundinum í Doha, sum er høvuðsstaður í Qatar, samdust londini um at játta 100 milliónir dollarar, sum skulu brúkast til at hjálpa sýriskum flóttafólki.