?Beyond Communication? á MySpace

Nú ber til at taka lagið ?Beyond Communication? niður frá MySpace-profilinum hjá Boys in a Band. Lagið, ið liggur á MySpace, er live úr Iceland Airwaves festivalinum, har Boys in a Band spældu fyri nøkrum vikum síðani.

Boys in a Band, ið vunnu GBOB-kappingina í Fuglafirði herfyri, fara 4. desember til Onglands at kappast um 100.000 USD og eina rundferð kring heimin í altjóða GBOB-kappingini.