Í nátt okkara tíð fór Beyoncé á pallin á veljarafundinum hjá Harris í Houston í statinum Texas. Houston er heimbýur hjá sangarinnuni.
Væntað varð, at Beyoncé fór at geva sín stuðul til Kamala Harris á stevnuni, sum í stóran mun snúði seg um rættin til fosturtøku.
Sangarinnan hevur eisini áður stuðlað demokratiskum valevnum til amerikanska forsetavalið.
Seinast stuðlaði hon núverandi forsetanum í USA, Joe Biden, í sambandi við valið fyri fýra árum síðani.
/Ritzau/