Gott Leivur Hansen, at tú nú er áhugaður í Kaldbaksmálum.
Hesi seinastu 4 árini eg havi sitið í teknisku nevnd, hevur eitt av málunum í nevndini verið skúlagøta frá inni á Fløtum og út til skúlan, hettar hevur verið fleiri ferðir fyri, fyrst og fremst í Kaldbaksnevndin og í teknisku nevnd, og vit hav nakrar ferðir havty fund við Landsverkfrøðingin, uttan úrslit.
Men nú hava vit so fingið boð frá L.V. AT nú kann gøta gerast, ikki dugi eg at síggja, at tú Leivur hevur gjørt nakað fyri, at hetta kundi gerast veruleiki. Tað uppskot ið kom frá Kaldbaksnevndini, íbúgvarunum og mær, bleiv kolldømt av Leivuri og Ronald sum báðir sita sum limir í Kaldbaksnevndini.
Alla hesa tíð havi eg einsamallur av 5 limum í teknisku nevnd tikið undir við uppskotinum frá Kaldbaks fólki, tó undantikið seinastu ferð hettar var fyri í teknisku nevnd, tá vóru 2 av 5 limum sum tóku undir við uppskotinum, og var tað Schumann Hjartalin og eg sjálvur.
So tú Leivur skal ikki pynta teg við hasum fjaðrinum, tí tú veitst at hasar fjaðrarnar eigur tú ikki.