Í grein í Dimmu tann 28. august 2007 “Varandi umhvørvisdálking við Flesjarnar” tileinkisger Alfred Olsen, løgtingsmaður, alla ta føroysku bjargingarskipanina. Hetta verður gjørt við lemjandi inngangi í greinini, umframt seks punktum, sum eru so negativ og lítið undirbygd, at eg ikki ætli mær at brúka orku at viðgera tey.
Skal bara heilsa Alfredi Olsen, at skuldi tað hent, at Alfred kom illa fyri á floti og varð noyddur at senda út neyðarkall, so hevði bjargingarskipanin, sum hann heldur so hánt um, við Brimli, Tjaldrinum, tyrlu, bjargingarfeløgum, allari hugsandi útgerð og aðrari sjálvbodnari hjálp, komið honum til hjálpar við stuttum skotbrái. Óteljandi dømir eru um slík væleydnað bjargingarátøk, sum okkara bjargingarskipan hevur megnað til UG. “Takk fái tit, sum eru við til slík átøk og mangan vága lív fyri at bjarga øðrum. Takk fyri tykkara dirvið og vilja”.
At ikki okkurt onkuntíð kundi verið handfarið øðrvísi, skal eg lata vera ósagt, tí í bjargingararbeiði skulu avgerðir takast skjótt, og hartil er grundarlagið at taka avgerðir út frá mangan lítið undir sjálvum átakinum. Atlit mugu sjálvandi eisini altíð takast til fólkini, sum skulu vera við í átakinum.
At gera niðurstøður langt aftaná ein tilburð, soleiðis sum Alfred Olsen ger í sínari grein, er altíð lætt. Men eg má siga, at tað kemur óvæntað, at Alfred Olsen nýtir henda framferðarhátt.
Tí fari eg at heita á Alfred, mín góða starvsfelaga, ikki í samgongu, men í Sambandsflokkinum: “Lat vera við at spilla eina skipan út, sum tú veit riggar væl og hevur bjargað mongum mannalívi.
Bjargingar- og tilbúgvingarskipanir kunnu og skulu tó altíð eftirmetast og mennast. Kom tí heldur við uppbyggjandi uppskotum – konstruktivum kritikki - og mæl til loysnir og framtíðar menning, heldur enn at koma við niðurgerandi lítið undirbygdum grenji, sum bara kann bróta niður heldur enn at byggja upp. Tí, sum gamla orðatakið sigur: “Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga”.
Eg kann leggja afturat, at umrøddi tilburðurin við Flesjarnar verður, sum Alfredi kunnugt, í løtuni gjøgnumgingin og kannaður í Fiskimálaráðnum. Niðurstøðurnar frá hesi kanning koma vónandi at greina, hvat tað var, sum hendi í tíðarskeiðinum frá tí, at russiski trolarin Olshana á kvøldi 2. august sendi út neyðarkall, til hann morgunin eftir 3. august sakk. Kanningin fer vónandi eisini at staðfesta, um tær avgerðir, sum vórðu tiknar í samband við bjargingina, við teimum fortreytum, sum tá vóru, vóru rættar ella ikki. Vónandi kann kanningarúrslitið eisini vera við til at menna ta føroysku bjargingar- og tilbúgvingarskipanina.