Betuel Hansen fer í 1. deild við NSÍ

1.deild menn: NSÍ boðar frá, at royndi miðvallarin heldur fram í felagnum hóast niðurflyting

Mynd: (Betuel Hansen og Karstin Joensen, formaður í NSÍ

NSÍ hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Betuel Hansen. 25 ára gamli miðvallarin er millum royndu spælararnar hjá NSÍ, og tað hevur verið mett at fleiri feløg gjarna vildu hava hann til komandi kappingarár.

 

- Eg eri ógvuliga harmur um, at NSÍ flutti niður, og síggi tað sum mína skyldu at fáa okkum í toppin aftur. Hetta er eisini ein spennandi uppgáva, nú vit byggja eitt nýtt lið upp aftur. Felagið er enn líka stórt, og eg skal gera mítt til, at vit enda í evropeiskum kappingum aftur skjótast møguligt, sigur Betuel Hansen við heimasíðuna hjá NSÍ.

 

Tað tykist púra greitt, at NSÍ í løtuni talar til hjartað hjá spælarunum í felagnum, nú felagið ikki kann bjóða Betri deildarspælarar. NSÍ skrivar soleiðis á heimasíðuni.

 

- ”Tað er nú, at vit skulu standa saman um NSÍ”. Orðini eigur Betuel Hansen, sum júst hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið NSÍ. Talan er ikki bara um føgur orð, tá NSÍ-arar siga, at saman standa vit sterk, skrivar NSÍ og leggur afturat:

 

- Vit hava seinastu dagarnar sæð, at fleiri profilar í føroysku kappingini hava skrivað sáttmála við NSÍ. Orsøkin er, at teir ynskja at luttaka í eini spennandi ætlan, har NSÍ skjótast møguligt skal aftur í toppin av føroyskum fótbólti. Betuel Hansen telist, hóast hann einans er 25 ár, millum teir heilt royndu NSÍ-leikararnar. Hann hevur umboðað øll ungdómslandsliðini hjá Føroyum, spælt yrkisfótbólt uttanlands og hartil hevur hann longu spælt 176 dystir fyri besta mansliðið hjá NSÍ. Tað er ein sannur fongur fyri NSÍ, at ein leikari við slíkum royndum tekur enn eitt tørn fyri NSÍ, nú brúk er fyri góðum kreftum til at byggja eitt nýtt lið upp. Tað er eingin ivi um, at Betuel er ein sentralur leikari í hesi ætlan, skrivar NSÍ.

 

NSÍ hevur longu tryggjað sær Kristian Joensen sum málverja.

 

Mynd: (Betuel Hansen og Karstin Joensen, formaður í NSÍ