Í fjør varð farið undir onkra bráðfangis ábøtur á Niðara Vegi, og í ár er so ætlanin at halda fram. Í hesum arbeiðinum verður vegurin eisini nútímansgjørdur.
Kommunan ætlar somuleiðis at ein partur av Fjalsvegi skal gerast í ár. Hetta verður gjørt fyri at fólk kunnu fara undur at byggja á teimum uttastu grundøkjunum.
Sum skilst, so er ætlanin eisini at gera ábøtur á aðrar vegir í kommununi í ár.
Hinvegin so er ætlanin, at størsti parturin av Niðara Vegi verður gjørdur í hesi setuni hjá bygdaráðnum.