Betri veður seinnapartin

Vindurin minkar, og tað verður turrari út á dagin

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið fer at batna út á dagin.

Í morgun eru millum 13 og 18 m/s av landsynningi, men fyrrapartin fer hann í útsynning og minkar niður í 5-10 m/s, í kvøld undir 6 m/s av ymsum ættum.

Í morgun verður skýggjað og nakað av regni, men tað verður klárari og turrari seinnapartin.

Hitin í dag verður millum 4 og 7 stig.