Betri umstøður til næmingarnar

Fyrsta stig í eini nútíðargerð av Stranda skúla er nú tikið. Bygdaráðið hevur samtykt at byggja Stranda skúla út, í fyrsta umfari fyri 12 mió krónur.

Strendur: Seks nýggjar skúlastovur.

Tað er ein fylgja av samtyktini, sum bygdaráðið tók á seinasta fundi sínum.

Á skránni var útbyggingin av tí skjótt 40 ára gamla skúlanum í bygdini, og sum so líðandi hevur tørv á eini nútíðargerð.

Ætlanin er at byggja skúlan út í stigum, og fevnir henda samtyktin bert um fyrsta byggistig. Seinni verður farið undir 2. byggistig, sum millum annað fevnir um at nútíðargera verandi stovur.

Kostnaðurin fyri fyrra stigið er mettur til 12 mió krónur, og av hesum játtaði bygdaráðið 7 mió krónur á fíggjarætlanini fyri 2008.

- Hetta er ein stórur biti fyri kommununa. Men hetta er kortini ein íløga, sum má gerast, staðfestir borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Malena Thomsen.

Í Stranda skúla ganga beint undir 200 næmingar hetta skúlaárið. Lærararnir eru 22 í tali.


Dagsins tørvur

Stranda skúli varð bygdur í 1969 og í 1984 varð vaksið nakað um skúlan. Eftir tátíðar krøvum hevði skúlin fingið munandi betri umstøður, men í dag er øðrvísi.

Í eina tíð hevur tørvurin verið stórur á hølum og útgerð til dagsins tørv, men við avgerðini í bygdaráðnum er nú bati í eygsjón um nøkur ár.

Mett verður, at henda nútíðargerðin av skúlanum fer at taka millum trý og fýra ár. Men tá verður skúlin eisini munandi betri útgjørdur enn í dag.

Her verða í fyrsta umfari seks nýggjar og rúmsáttar skúlastovur, serstovur, størri bókasavn og lærarastova og annað, sum krevst.

Umframt hesa útbyggingina verður eisini skipað so fyri, at teir 22 lærararnir fáa hvør sína teldu.

Nevnast kann, at skúlarnir á Toftum og tann í Runavík eisini verða ávikavist útbygdir og nýgjørdir í hesum døgum.