Tey, ið keypa sær ein el- ella vetnisbil skullu kunna fáa MVG afturgoldið í 2019 og 2020. Hetta stendur í nýggjum uppskoti, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur lagt fyri Løgtingið.
Tað hevur síðan 2017 verið møguligt hjá teimum, ið keypa sær ein el- ella vetnisbil, at fáa MVG afturgoldið, tó í mesta lagi 70.000 kr. Skipanin varð sett til at fara úr gildi 1. januar 2019, men við uppskotinum verður mælt til at halda fram við skipanini tvey ár aftrat.
Uppskotið er partur av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 og varð lagt fram fríggjadagin. Uppskotið er ein liður í politikkinum hjá samgonguni at gera Føroyar grønari. Í 2030 er málið, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orku.
- Endamálið við lógaruppskotinum er fyrst og fremst at seta ferð á umleggingina frá dálkandi bilum til bilar, sum einki CO2-útlát hava. Haraftrat er eisini neyðugt, at Føroyar taka ábyrgd í altjóða samfelagnum, tá ræður um umhvørvisvinarligan politikk, ljóðar í tíðindaskrivi frá Fíggjarmálaráðnum.










