Havna- og Vinnunevndin hjá Klaksvíkar Býráð hevur nú samtykt at gera ábøtur á mølina í Klaksvík og í Árnafirði fyri at bøta um umstøðurnar at drepa grind. Atli S. Justinussen, formaður í nevndini, sigur, at í Klaksvík er ætlanin at leggja sand í mølina, har tað ber til, serliga í mølina niðanfyri Seglloftið Úti í Víkum.
Nógva staðni liggja bátadráttir og skinnarar ígjøgnum mølina og har ber ikki til at leggja sand. Men fyri at gera tað ruddiligari í mølini, ætlar býráðið í samráðingar við eigarar um at keypa dráttir, sum ikki verða serliga nógvir brúktir.
- Hetta er eitt stig, sum vit hava tikið eftir eitt grindadráp í fjør, har tað ikki gekk eftir vild, sigur Atli S. Justinussen.
Tá varð eisini fýlst á, at umstøðurnar at drepa grind í Klaksvík, kundu verið betri.
Fyribils er ætlanin at fáa sandbát til Klaksvíkar at leggja sand í mølina,.
Men sjálvur væntar nevndarformaðurin, at neyðugt verður at endurtaka hetta næsta ár og kanska eisini í 2013 fyri at fáa umstøðurnar so góðar sum gjørligt.
Ætlanin er eisini at leggja sand í mølina í Árnafirði.
Endamálið við at leggja sand í mølina í Klaksvík og
Árnafirði, er eisini at bøta um trivnaðin hjá við at gera tað hugnaligari og nossligari at vera í mølini, sigur hann.
Ætlanin verður sett í verk so skjótt, tað yvirhøvur ber til.