Betri útgjørdir Vectra við størri motorum

Opel koma nú á marknaðin við dagførdum Vectra við bæði størri motorum og meira útgerð uttan meirprís.

Ein 2,0 Turbo við 175 hk kostar tað sama sum ein 2,2 við 155 hk, ella ein 150 hk diesel fyri sama prís sum ein við 120 hk dieselmotori.


Umframt størri motorar fæst Vectra nú eisini við standardutgerð sum t.d. setrum sum deilvís eru klødd við leðri og leðurratti.


Her hjá okkum hava Auto Service sett saman ein sonevndan »businesspakka«” við førararsetri (sum kann stillast 8 ymiskar vegir), elektroniskt klimakontroll, ferðpilot, »board-teldu«, og el-síðurútum framman og aftan sum standard.


Ein onnur nýggjheit er, at í 2008 hava allir Vectra við dieselmotori partikulfiltur sum standardútgerð.


Bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Auto Service við Oyggjarvegin. Prísirnir byrja við 265.000 krónur fyri ein 1,8 Limited við 140 hk (sedan við 4-hurðum). Sum dømi kunnu vit nevna at ein 2,2 Elegance (155 hk) við 5 hurðum og ein 2,0 Turbo Elegance (175 hk) við 5 hurðum kosta báðir 300.000 krónur. Stationcar útgávan, Vectra Wagon, er umleið 15.000 krónur dýrari enn ein sama slag í hatchback útgávuni.