Betri tænastu á eldraøkinum ella nýggj kongaríkir

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
----

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, vil verða við. At nú er nokk tosað og kannað og tí er bert eftir at leggja eldraøki út til kommunurnar. Hetta skal gerast, heldur í dag enn í morgin.

Troytt av tosið
Skilji væl, at kommunurnar eru troyttar av tosið og atgerðarloysið frá landsins síðu. Undanfarna samgonga royndi, at fáa semja um at leggja kommunurnar saman. Hetta eydnaðist ikki. Ì tilgongdini var tosað eitt sindur um eldraøki, men kanningar vóru ongar.

Sitandi samgonga hevur handfarið henda spurning syndarliga. Við eini fólkaatkvøðu ið var næstan láturlig og grátulig, alt í senn. Sjálvt ikki gularótin, ella hóttanin, um at eldraøki verður lagt út óansæð úrslit av fólkaatkvøðuni, hjálpti.

Dagstovnaøki
Jóhan vil verða við, at tá ið dagstovnaøki var lagt út, var ongin lóggáva ella reglur fyri hvat tænastan snúið seg um. Her ferð Jóhan skeivur. Dagstovnalógin var samtykt í 2000, hon ásetur millum annað, námsfrøðiliga endamálið, hvør skal veita tænastuna og samanseting av starvsfólkahópi.

Eitt manglaði tó, tá ið barnaansingin var løgd út, og tað var gjøgnumskygni í fíggingini. Var forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar kommunu í 2001-2004, júst tá ið útleggingin varð útint í verki. Klaksvíkin fekk góða r 3 milliónir frá landinum og støðan var tann, at millum 2-300 børn høvdu onki ansingartilboð. Vit útbygdu øki og tá ið tað var gjørt, kostaði barnaansingin 1/4 av fíggjarætlanini hjá kommununi. Hetta var tað ið hendi í fleiri kommunum. Fíggjarliga uppraðfestingin av barnaansingini merkti niðurraðfesting av øðrum økjum. Spurningurin er, um tað er hesa gongd Johan vil endurtaka við eldraøkinum.

Ikki nóg gott sum er
Flest øll ásannað, eisini undirritaða, at landið ikki hevur megna at umsitið eldraøki nóg væl. Øki er bygnaðarliga ein fløkja, við landsstovnum, kommunalum stovnum og sjálvsognarstovnum, hvørt um annað. Umsitingin er vaksin meðan tænastan til borgaran er minka. At leggja hesa fløkjuna út, áðrenn hon er greidd, til 7 nýggjar millumkommunalar eindir , ferð tað at geva minni umsiting og meira tænastu. Má viðganga, at undirritaða ivast.

Niðurpínd tænasta
Støðan á eldraøkinum í dag er, at økið er fíggjarliga niðurpínt. Heimatænastan manglar 1.400 tímar um vikuna fyri at nøkta tørvin, sum er í dag.

Ongar lønarframskrivingar eru inni, hvørki fyri 2012 ella 2013. Ikki er lagt upp fyri prísvøkstri. Lagt er upp til at tænastan skal spara aðrar 12,5 mió kr. komandi árini.

Sum virkin kommunupolitikari í 16 ár, við royndum frá hvussu fíggjarparturin av barnaansingini var lagdur út, ynski eg ikki so ringt fyri kommunurnar, at tær enn einaferð, bert fáa ein lítlan part av fíggingini við, tá ið økið verður lagt út.

Fígging ógreið
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá, at økið kostar 336 mió kr. At umsita í dag. Hetta er krónutalið ið kommununnar fáa at reka eldraøki fyri.
Samstundis hoyra vit formannin í kommunufelagnum siga, at kostnaðurin heldur er 400 mió kr.

Vit hava hoyrt at ein partur av hesi útlegging verður afturbering av skattinum av pensjónunum.

Hetta eru pengar sum landið hevur “rænt” frá kommununum, við at forskatta pensjónirnar. Hetta merkir í veruleikanum, at kommunurnar fáa sínar egnu pengar aftur, við tí treyt, at teir skulu brúkast at umsita eina landsuppgávu við. Segði nakar Hokus pokus.

Betri tænastu ella nýggj kongaríkir
Endamálið við útlegging av eldraøkinum, má og skal vera, at tey eldru fáa eina betri tænastu.

Fyri Javnaðarflokkin er tað avgerandi at tænastan verður betur og at allir borgarar fáa boðið eina góða tænastu.


Róligur Jóhan
Skilji væl Jóhan, at tað kann verða spennandi og avbjóðandi at fáa eitt stórt øki út at umsita.

Óttist tó fyri, at ov stórt fokus verður á, at nú fær kommunan eitt størri “ríkið” at ráða yvir.

Um so verður, kann spenningurin skjótt verða avloystur av avbjóðingum, ið kanska ikki vera so spennandi.

Lat okkum halda fokus á, hvussu betra vit tænastuna, áðrenn vit í óðum verkum leggja øki út. Lat okkum gera tað arbeiðið ið má til, so okkara eldru fáa eina góða og vælskipaða tænastu í framtíðini.