Burturkast
Vágur: Nú skal betri skil fáast á ruskplássið í Vági.
Tað hevur Vágs Býráð samtykt.
Higartil hevur bingjuplássið í Vági, har tað ber til hjá húsarhaldum at sleppa av við burturkast, verið opið altíð.
Men, sum so manga aðrastaðni, verða reglurnar um burturkast ikki virdar í Vági og avleiðingin av tí er, at rusk verður tveitt burtur, sum best ber til.Tað sum brennur fer í bingjuna við burturkasti, sum ikki brennur og øvugt. Fyri ikki um at tala alt tað, sum bara verður tveitt niðurvið bingjunum.
Á býráðsfundi herfyri samtykti Vágs Býráð at fáa eina enda á hesum.
Í fyrra lagi skal ein eftirlitsmaður setast á bingjuplássið.
Í øðrum lagi skal bingjuplássið hava opið fastar tíðir.
Tà ið plássið er opið, skal so eftirlitsmaðurin verða til staðar at leiðbeina fólki, hvar hetta ymiska ruskið skal beinast og yvirhøvur skal hann hava eftirlit við plássinum og at onki verður tveitt niðurvið bingjunum og at rusk ikki kemur á plássið, sum eigur at verða burturbeint aðrar vegir.
Hereftir verður bingjuplássið í Vági opið mánadag, mikudag og hósdag frá klokkan 14-18. Týsdag verður stongt, men fríggjadag verður opið frá klokkan 14-20 og leygardag frá klokkan 14 til 19.










