Betri samband til tey eldru

Klaksvík: Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt at Klaksvíkar kommuna skal hava sítt eldraráð. Tað fer ætlandi til verka fyrst í komandi ári.

Endamálið við slíkum ráði er at betra og útbyggja sambandið millum teir eldru borgararnar í býnum og ta politisku skipanina hjá kommununi.

- Hetta fer eisini at geva borgarunum møguleikan at ávirka eldrapolitikkin í Klaksvíkar kommunu, verður sagt.

- Og so verður eisini møguleiki hjá teimum at fylgja við ymiskum ætlanum og tilboðum innan eldraøkið.

Umframt hetta er ætlanin at nýggja Eldraráðið skal vera bindilið millum sjálvbodnu bólkarnar í býnum og kommununa.

Og síðst, men ikki minst skal ráðið ráðgeva býráðnum, nevndum og umsitingini í spurninginum, sum hevur við eldru borgarar í býnum at gera, og vera við til at orða eina eldrapolitikk í kommununi.

Ætlanin er at hetta Eldraráðið í Klaksvík skal hava fimm limir, sum verða valdur fjórða hvørt ár.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð so samtykt at kommunan skal hava eitt slíkt ráð, og nú skal tað so mannast.

Hvør skal sita í tí er enn ikki avgjørt, tí val verður seinni í ár. Upprunaliga skuldi hetta ráðið verða valt í august mánaði, men varð tó útsett eitt sindur.

Ætlanin er at Eldraráðið skal fara til verka um ársskiftið.