Betri eftirlit við gjaldskortunum

Gølan um, at Se og Hør hevði atgongd til upplýsingar um gjaldskort hjá kendum dønum, fær nú Nets at herða innanhýsis eftirlitið.

Nets, sum umsitur eitt nú gjaldskortini, hevur av álvara staðið fyri skotum, síðani tað kom fram, at eitt starvsfólk hjá fyritøkuni hevði útvegað blaðnum Se og Hør upplýsingar um, hvussu fleiri kendir danir brúka síni gjaldskort.

 

Í dag hevur Nets so kunngjørt, at fyritøkan fer at styrkja eftirlitið innanhýsis og á tann hátt at tryggja, at starvsfólk, sum hava atgongd til loyniligar upplýsingar, ikki misbrúka atgongdina.

 

-Vit eru skelkað av, at slíkar loyniligar upplýsingar um gjaldskort hava verið misbrúktar, tí slíkt eigur ikki at henda. Okkara kanning bendir á, at eitt starvsfólk hjá IBM hevur framt eina kriminella gerð, sigur Susanne Brønnum, deildarstjóri hjá Nets, í tíðindaskrivi seinnapartin.

-Viðkomandi starvsfólk hevur misbrúkt sína lógligu atgongd til kortupplýsingar í skipanunum hjá Nets fyri at fáa fatur á upplýsingum, sum síðani ólógliga vórðu latnar Se og Hør, stendur í tíðindaskrivinum.