Betri at samstarva enn at kappast

Tað er betri fyri allar partar

Ístaðin fyri at fáa tríggjar lunkaðar og veikar útvarpsrásir, fáa vit nú eina góða útvarpsstøð við trimum rásum.

 

Tað siga teir báðir, Peter Slyne á Vox Entertainment og Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, nú tað frættist, at tær tríggjar útvarpsrásirnar, Rás2, Voxpop og Kiss FM, hava gjørt av at leggja saman í eina útvarpsstøð.

 

Við samanleggingini standa vit sterkari mótvegis bæði lýsarum og lurtarum, samstundis sum tað fer at vera nógv smidligari at leggja sendingar til rættis á teimum trimum rásunum, alt eftir hvønn málbólk, ætlanin er at røkka.

 

Trýst á pílin undir myndini og teir Pete Slyne og Jonhard Hammer, greiða frá.