Hósdagin var stórhending í lítlari bygd, tá ein stórur betonbilur koppaði útav smala vegnum til Fámjin. Og tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa hann upp aftur. Tveir kranabilar úr ávikavist Vági og Lopra vórðu boðsendir og stríddust í fleiri tímar, fyri at fáa bilin upp á rættkjøl aftur.
31 ára gamli førarin, sum ikki er vanur at koyra við stóra betongbilinum eftir smala bygdavegnum oman í bygdina, fekk tíbetur onki mein, tá bilurin knappliga kom ov langt út á kantin og koppaði. Men bilurin er helst vrak, sigur stjórin í Suður-Betong í Vági, Eyðstein Lyngvej, við Sosialin.
- Hetta var held í óheld. Koppaði bilurin longri uppi, har høgt er omanav, spurdust hvørki bilur ella maður aftur, sigur stjórin á virkinum.
Tað var annar av tveimum betongbilum hjá Suður-Betong, sum fór so illa. Eyðstein Lyngvej hevði júst bílagt ein nýggjan bil úr Danmark, tá óhappið hendi, og ætlanin var at selja gamla bilin. Hetta verður nú av ongum, men vónandi tekur tryggingin við, sigur hann.
Myndatekstur:
Hósdagin koppaði annar av betongbilunum hjá Suður-Betong á smala bygdavegnum til Fámjin. Nógv fólk fylgdu við teir mongu tímarnar tað tók at fáa bilin upp á rættkjøl aftur.
Myndir: Talgilt