Betesda væl vitjað av løgmanni, landsstýrisfólki og øðrum

Nærmastu grannarnir hjá Summarfestivalinum er brøðrasamkoman Betesda, sum hevur havt opið hús festivaldagarnar. – Eini 500 fólk hava vitjað Besteda dagliga, sigur Jóhan Páll Joensen, fyrireikari.

Betesda er ikki partur av Summarfestivalinum, men virkar við síðuna av.

 

- Vit spurdu fólkini handan festivalin, um tað var í lagi, at vit høvdu opið hús. Tað hildu tey vera frálíkt, so tað gjørdu vit, sigur Jóhan Páll.

 

Hóast Betesda hevur ligið við síðuna av Summarfestivalinum øll árini, hevur ongin aktivitetur áður verið í húsinum festivaldagarnar.

 

- Eg havi ofta hugsað við mær sjálvum, at Summarfestivalurin hevur verið á tremur við fólki, lívi og ljósi, meðan Betesda bara hevur verið sløkt. Tað ynsktu vit at broyta upp á í ár.

 

Samkoman í Betesda fekk 15. mars í ár nýggjan bygning. Sambært Jóhan Páll koma nógv inn á síggja nýggja bygningin.

 

- Millum 500 og 1000 fólk hava vitjað okkum dagliga, og fleiri nýta høvið at síggja nýggja Betesda. Her hava verið fólk í øllum samfelagsbólkum og í øllum aldrum. Eitt nú hevur løgmaður og fleiri landsstýrisfólk verið á gólvinum umframt onnur, sigur Jóhan Páll.

 

Meiningin hjá Betesda við at hava opið hús hevur verið at givið fólki eitt alternativ á Summarfestivalinum.

 

- Fólk skulu kunna koma inn higar og fáa eitt andahol ella eina løtu við friði. Vit hava eisini kaffi og køkur í húsinum, so fólk kunnu seta seg niður og hava eina hugnaliga løtu.

 

Í ár er fyrstu ferð, at Betesda hevur opið hús á Summarfestivalinum, og sambært Jóhan Páll hevur tað gingið ómetaliga væl.

 

-Vit fara at hava eftirmeting seinni, men tað skal undra meg, um vit ikki endurtaka tiltakið næsta ár, sigur Jóhan Páll at enda.