Nakað fyri Summarfestivalin kunngjørdi Betesda, at tey høvdu opið hús á Summarfestivalinum. Fólk vóru vælkomin at støkka inn á gólvið, síggja húsið, fáa ein drekkamunn og annars nýta hentleikar, sum wc og annað.
Hetta var eitt tilboð, sum samkoman sjálv tók stig til, men kunnaði Summarfestivalin um, at tey ætlaðu at gera. Hesum tók summarfestivalurin væl í móti.
Hetta vísti seg at vera eitt kærkomið og skilagott tilboð, sum nógv fólk tóku av og nýttu gott av. Øll vórðu tikin ímóti av vinarligum og fyrikomandi fólki við dyrnar, sum heilsaðu vinsæl uppá og bóðu vælkomin. Ger so væl og kom innar – kaffi og køkur eru har, um tú hevur brúk fyri wc, so er tað her og so fram eftir.
Onkrar av kendu fyrimyndunum í Betesda vóru sjálvandi til staðar, og gekk prátið lætt og í einum góðum tóna. Kynnandi prát var ikki, men bert eitt hjartaligt gestablíðni, har allar dyr stóðu opnar. Hevði tú ávísar spurningar, so var rúm fyri tí.
Nógvir av gestunum, sum eg havi samskift við – eisini teir, sum ikki hava sína vanligu gongd í hesi samkomu, tóku til hvussu stásiligt húsið var, og hvussu sáttligt alt reyk av ríkum gestablíðni.
Jú, sanniliga var tað eitt skynvíst val at lata dyrnar upp hjá Betesda, sum nærmasti granni at einum av Føroya størstu fólksligu tiltøkunum, har út móti 10.000 fólk hittast til sang, tónleikaframførslur, ein góðan bita og hugna.
Hetta vísir eisini, at talan er um eina víðskygda og rúmliga samkomu, sum livir uppat og saman við samtíð síni.
Orð og myndir: Dávur Winther