Leygarkvøldið bjóðar samkoman í Betesda í Klaksvík inn til eina hugnaløtu fyri hjún.
Umframt felagssang fara Eyðun Jacobsen & Zamar, Tóra við Keldu og Sangbólkurin Vitin at hava sangframførslur. Stuttfilmur verður vístur, og í honum hugleiða føroyingar út frá spurninginum »Hvussu er Gud við tær?”. Eisini fer búktalarin Absalon Áargarð at undirhalda.
Hugnaløtan verður í Betesda leygarkvøldið kl. 20:30. Bestesda bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið.

Betesda hevur hugnaløtu fyri hjún

