Betafiles handaðar seinnapartin (kykmyndir)

Sannur hátíðardámur var í Løkshøll, tá Olaf Olsen handaði Magnusi Rasmussen skjalasavnið hjá Beta

Seinnapartin vóru rættiliga nógv fólk komin saman í Løkshøll fyri at verða vitni til løtuna, tá Olaf Olsen frá Betafiles handaði tað stóra skjalasavnið til Magnus Rasmussen, borgarstjóra, sum vegna Runavíkar kommunu tók ímóti savninum.

 

Umframt, at Olaf Olsen greiddi frá Betafiles. So røddu eisini sonur hansara, Ragnar S. Olsen, formaður fyri grunnin, Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Svend Højgaard, leiðari fyri bókasavnið við Løkin, Petur Steingrund, fiskifrøðingur, Sámal F. Johansen , landsskjalavørður og Ólavur Samuelsen, gamal skipari hjá Beta. 

 

Á hesari kykmyndini ber til at síggja og hoyra løtuna, tá Olaf Olsen handaði Betafiles til Magnus Rasmussen: https://www.youtube.com/watch?v=Hy_tpjj7yTI

 

Á hesari kykmyndini ber til at hoyra tað, sum Ragnar S. Olsen umrøddi: https://www.youtube.com/watch?v=fyYykS1gvIs

 

Á hesari kykmyndini ber til at hoyra tað, sum Magnus Rasmussen, borgarstjóri segði aftaná Runavíkar kommuna hevði yvirtikið Betafiles: https://www.youtube.com/watch?v=k04Jw4uILfU

 

Á hesari kymyndini ber til at hoyra tað, sum Svend Højgaard, bókasavnsleiðari segði í samband við, at Betafiles nú hava heimstað í bókasavninum við Løkin: https://www.youtube.com/watch?v=STg2lLlYJjg

 

Á hesar kykmyndini ber til hoyra og síggja eina drúgvari frágreiðing frá Olafi Olsen um Betafiles: https://www.youtube.com/watch?v=76opevU7RZA

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tann hugfarsliga og skemtingarsama skiparan, Ólav Samuelsen.