Bestu skjútt­arnir møtast

Hondbóltur - Venjararnir hjá Stjørnuni og Tjaldri eru samdir um, at verjuspælið fær nógv at siga í kvinnufinaluni, tí á teimum báðum liðunum eru bestu skjúttarnir í landinum

Stjørnan og Tjaldur hava aftur í vetur verið liðini, ið hava kappast um oddasessin hjá kvinnunum, men hesa ferð tó við Neistanum sum triðja kapp­ingarneytanum. Nú skulu Stjørnan og Tjaldur so spæla steypa­finaluna hjá kvinnum, ið er onnur teirra millum. Í fyrraárið vann Stjørnan við einum máli.
– Hetta er ein finala, ið kann fara báðar vegir, tí hetta eru tvey góð lið, sum hava teir bestu skjúttarnar í land­inum. Tí verður avgerandi, hvat av liðunum dugir betur at verja, sig­ur venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Ljósstein.
Og hann fær undirtøku frá Trygva Mortensen, sum er venjari hjá Tjaldri: – At verjan er góð og málverjin stendur væl, kann fáa nógv at siga í steypafinaluni, sigur hann.
At nakað er um tað, sæst aftur á stigatalvuni í Sunset-kappingini, tí í miðal skjóta Stjørnan og Tjaldri millum 28 og 29 mál í hvørjum dysti, og bæði lið hava fleiri streingir at spæla uppá á bakkunum, har skjútt­arnir vanliga gera nógv um seg.

Vænta javnan dyst
Stjørnan er í steypafinaluni áttanda árið á rað, meðan Tjaldri bert spælir sína aðru finalu nakrantíð, so tí viðgongur Svein Rógvi Ljósstein, at Stjørnan nokk er favorittur:
– Í vetur hava vit vunnið tveir og Tjaldur ein, tá vit hava møtst, men sæð í ljósinum av, at Stjørnan so ofta hava verið í finaluni, eru vit helst ein pinkalítil favorittur. Men eg vænti altso, at vit fáa eina góða finalu, tí her eru flestu av teimum bestu spælarunum samlaðir í ein­um og sama dysti, sigur hann.
Trygvi Mortensen, sum fyri fyrstu ferð sum venjari er í einari steypa­finalu í hondbólti, væntar eis­ini ein góðan finaludyst:
– Eg trúgvi ikki so nógv upp á taktikk í einum slíkum dysti, tí her ræður snøgt sagt um at hava tann størra viljan at vinna. Liðini eru jøvn, so eg vænti ein spennandi og tættan dyst, har tað liðið vinnur, ið fær spælið at koyra og hevur neyð­uga hepnið við sær, sigur hann.