Bestu leiðararnir vísa seg í ringum tíðum

- Tað er lætt at leiða fyritøkur í góðum tíðum, men teir bestu leiðararnir vísa seg í ringum tíðum, sigur Rasmus Ankersen, sum hevur kannað, hvat eyðkennir toppleiðarar. Rasmus Ankersen hevur kannað, hvat eyðkennir 25 toppleiðarar í Danmark, og hann hevur funnið fram til nøkur felags eyðkenni og góðar vanar, sum leiðararnir hava.

Rasmus Ankersen heldur, at tað er ikki trupult at leiða eina fyritøku í góðum tíðum.

- Tað er lætt at leiða fyritøkur í góðum tíðum, tí tá skalt tú bara nikka og siga ja fyri tað besta og nei onkuntíð, sigur Rasmus Ankersen.

- Teir bestu leiðararnir vísa seg í ringum tíðum, tí tá kanst bara verða tú sjálvur, og um tað ikki er nóg mikið, so ivist eg í, um tú skalt verða leiðari, sigur hann.

Rasmus Ankersen hevur skrivað tríggjar bøkur um leiðarar, vinnarar og talent, og hann hevur avgjørdar ? og stundum umstríddar ? meiningar um hesi. Hann heldur, at talent er yvirmett, og at tað snýr seg meira um venjingarmongd og mentala styrki at náa langt.

Rasmus Ankersen er gestur í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir leygarkvøldið kl. 19.00.