Bestu kvinnurnar eru á Gongurólvi

Kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag vóru rættiliga sannførandi í sínum fyrsta FM-róðri í ár.

Fyrsta teinin av róðrinum vórðu tær kanska nakað trýstar, men sum frá leið tóktist áralagið umborð á Gongurólvi at vera betri, enn tað var hjá nøkrum av avbjóðarunum. Og tá komið varð móti málinum, var eingin ivi um, at tað varð hvíti báturin, sum kom fyrstur um málið.

 

6-mannfør, kvinnur

1 Gongurólvur 05:13.15

2 Sølmundur 05:15.13

3 Páll Fangi 05:18.20

4 Hvessingur 05:21.04

5 Jarnbardur 05:21.10

6 Romvlvs 05:24.07