Keypir tú jólagávur?
- Bestu gávurnar, tú kanst fáa, eru helst ikki slíkar, sum kunnu keypast ella pakkast inn. Góð minnir, eitt opið oyra, sum dugir at lurta, eitt hjarta sum skilir. Kanska spell, at tilboðsbløð við slíkum gávum ikki koma á gátt.
Monika Stauss Joensen sigur, at tá jólagávur skulu keypast, er tað fyri tað mesta hon, sum syrgir fyri teimum allar flestu.
- Eg royni at orna alt í góðari tíð, tí í jólamánaðinum er nógv á skránna við at spæla. Gávurnar til familjuna í Sveis taki eg altíð við um summarið, tá eg vitji og goymi tær síðan hjá systur míni. Eg vil heldur brúka pengar upp á sjálva gávuna enn til postgjald, tí tað er dýrt at senda.
##med2##
Hon sigur, at jólabrøvini, sum hon sendir - oftast eini 50 í tali - sendir hon fyrst í adventini, og hesi kortini ger hon sjálv.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Faktiskt leita mínir tankar og kenslur hvørji jól aftur til Sveis og til tíðina, tá eg var smágenta. Tað var pápi, sum hvørt ár pyntaði jólatræið jólaftan, meðan Andrea, systur mín og eg, skuldu bíða í kamarinum.
Monika Stauss Joensen viðgongur, at tær viðhvørt snýktu seg til at lúra gjøgnum lyklarholið, tí tey søgdu, at eingilin pyntaði træið.
- Men systur mín visti betur. Hon visti, at hesin eingil hevði ongar veingir, og hann líktist pápa. So sótu vit rundan um træið, sungu og spældu á okkara ljóðføri. Pápi las jólaevangeliið, og vit fingu okkum ein drekkamunn við jólasmákøkum, sum omma hevði bakað.
Hon sigur, at tey fingu eina jólagávu jólaaftan, og síðan fingu tey hinar gávurnar jólamorgun.
- Fyrsta jóladag fóru vit altíð til ommu og abba í Zürich. Foreldrini ynsktu, at vit skiltu týdningin av jólunum og royndu at umgangast “handilsjól”. Alt gekk friðaliga fyri seg.
Monika Stauss Joensen vísir á, at tá hon og systirin vóru størri, fór familjan til midnáttargudstænastu.
- Oftast var kavi, og at stákast saman við pápa og mammu gjøgnum køldu vetrarnáttina var barasta so fjálgt, leggur hon aftrat.
Á jólum í ár er øll Stauss Joensen-familjan í Leirvík. Tað er eitt sindur ymiskt, hvar jólini verða hildin, men tey verða altíð hildin saman við familju.
- Tá eg kom til Føroya, kendi eg ikki henda siðin við mandlugávu. Eg helt tað vera eitt sindur løgið, at vaksin fólk kundu gerast so spent - bert við at fáa eina skál við rísingreyti.
Monika Stauss Joensen sigur, at tey í ár fara at eta gás jólaftan, og hon heldur, at hetta er fyrstu ferð, tey eta gás jólaaftan, síðan hon kom til Føroya, tí vanliga hava tey etið ræst kjøt.
- Meðan tey vaksnu hugna sær, finna børnini altíð onkran, sum tímir at spæla við tey, og tað hugnaliga er, at øll hava tíð at halda frí á jólum.
Hon vísir á, at tá Marjun, fastir úr London, er heima á jólum, gerast jólini altíð nakað serligt, og tað er hon í ár!
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Tað allar besta, sum hendi í 2019, var, tá lítli Filip Stauss varð føddur hin 9.juni - og so allar tær ríku løturnar saman við familjuni her í Føroyum og heima í Sveis. Heilt serligt fyri meg í ár var, at eg stutt fyri jól kundi fara til London at framføra og uppliva mangt serstakt.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Kanska er best ikki at brúka tíð til at seta orð á keðiligheitir í lívinum. Slíkt hoyrir til lívið sum dagur til náttina ella skuggar til sólina. Kanska eru keðiligheitir bert til, so vit læra at seta størri prís upp á tað, sum er gott og til at veksa persónliga. Vit kunnu velja at lata keðiligar erfaringar standa eftir, hyggja frameftir og trúgva upp á tað góða.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jesus, frelsari okkara er føddur... boðskapurin, sum einglarnir bóru hirðunum á markini og sum er galdandi fyri okkum øll, sigur Monika Stauss Joensen í Leirvík.