Bestu ? ella vánaligastu elskararnir í heiminum

Mannligu elskararnir kring heimin duga ikki ov væl, vísur nýggj kanning hjá Onepoll Onepoll hevur spurt 15.000 kvinnur í tjúgu londum um, hvat tær halda um mannligu elskararnar kring heimin, og dómurin varð harðliga lagdur á borðið.

 

Kanningin vísur ikki, um kvinnurnar svaraðu grundað á fordómum, ella um tær veruliga høvdu roynt tað, men tær meta í øllum førum ikki, at næsta skorifrítíðin skal haldast í Týsklandi. Kanningin vísur nevnliga, at vánaligastu mannligu elskararnir eru týskarir. Orsøkin til hendan harða dómin var, at teir lukta ov illa. Enskir menn sita á næst ringasta plássinum, tí teir eru ov dovnir í songini. Svenskir menn koma alt ov skjótt og gjørdust tí triðjringast.

 

Umframt hetta vísti kanningin, at menn úr hollandi eru ov harðligir. Dominarandi bólkurin liggur í Ameriku, og at griskir menn eru alt ov kenslubornir.