Bestu barna- og ungdómsbøkur í Noregií 80-unum koma nú á føroyskum!

Kempurnar falla eitur fyrsta krimisøgan um teir báðar Virgar og Vitra, oslodreingirnar, ið koma sær upp í líkt og ólíkt. Ingvar Ambjørnsen hevur skrivað søguna, og Sjúrður Gullbein týddi úr norskum.

 

Kempurnar falla eitur fyrsta krimisøgan um teir báðar Virgar og Vitra, oslodreingirnar, ið koma sær upp í líkt og ólíkt. Ingvar Ambjørnsen hevur skrivað søguna, og Sjúrður Gullbein týddi úr norskum.

Vit báðir, Vitri er heiti á krimi-røðini. Higartil hevur Ambjørnsen skrivað 9 bøkur í røðini, og hóast norskir ummælarar ivaðust í, um ikki Virgar og Vitri fóru at missa flogið eftir at fyrstu bøkurnar fingu avbera góð ummæli, so hevur høvundurin megnað at hildið bókmentaliga støðið ­ og spenningin! Bøkurnar koma allar í Danmark, Svøríki og Týsklandi, har Ambjørnsen er giftur og hevur búð í nógv ár. Fyri Vit báðir, Vitri-bøkurnar hevur hann fingið Cappelenprísin, komin á IBBYs Honour List, fingið Ungdommens bokpris, og harafturat valdi norska Bókhaldarafelagið aðru bókina í røðini, Deyðin á høvuðsfarstøðini, at vera bestu barna- og ung-dómsbók í 80-árunum.

Virgar og Vitri eru 13 ár, tá ið røðin byrjar. Allar bøkurnar eru spennandi, men tað er ikki bara sjálv krimisøgan, ið ger tær lesiverdar. Høvundurin er sera samfelagsmedvitandi, og hvør bókin viðger ávíst evni, t.d. rúsevni, umhvørvisdálking og eldáseting. Og sum allir sannir krimi-høvundar er hann ógvuliga neyvur í lýsingum sínum av umhvørvinum. Aftan fyri hvørja bók liggur stórt kanningararbeiði.

Í hesari fyrstu er evnið nýnasisma og fremmandahatur: Ein morgunin er skúlagarðurin bumbaður í pappíri við rasistiskum orðavavstri, og inni í skúlanum hevur onkur gjørt herverk. Virgar og Vitri verða illa við, og so líðandi koma teir eftir, at ein fremandafíggindaligur felagsskapur, Norskar kempur, sum fólk hava aftrast at tikið í álvara, stendur fyri hesari og øðrum atsóknum við.

Virgar og Vitri sanna skjótt, at Norsku kempurnar eiga at verða tiknar í álvara, tí áðrenn teir vita av, eru teir illa sperdir: Sannleikans eygu vóru blá. Ísblá, Ískøld. Eg hevði sæð tey einaferð fyrr? Nú sá hann meg sum FÍGGINDA. Okkum, meg og Vitra. Sjálvt pistólina, sum hann helt í hondini, ræddist eg minni enn eyguni! Hann sat ovast uppi á grótrúgvuni við pistólini móti okkum. Og eg ivaðist ikki í, at hon var líka ektað sum maskinbyrsan í ryggsekkinum ? (søgubrot).

  Vit báðir, Vitri 1, KEMPURNAR FALLA, er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helgi Justinussen hevur bundið inn. Bókin er 152 síður og kostar kr. 125.