Dagarnar 11. til 29. januar verður HM-endaspælið í manshondbólti avgreitt í Fraklandi.
Enn einaferð eru íslendingar partur av einum HM-endaspælið, men tað er óvíst um íslendingar fáa sín besta leikara, stórskjúttan Áron Pálmarsson við sær til HM-endaspælið í Fraklandi. 26 ára gamli Áron Pálmarsson hevur skotið 407 mál fyri Ísland í 105 A-landsdystum.
Íslendski stórskjúttin hevur havt skaða í lærkrikanum, og hevur eisini havt skaða í mjødnini. Áron Pálmarsson hevur ikki leikt dyst fyri sítt ungarska lið, Veszprém í tveir mánaðir.
Áron Pálmarsson vil gera alt fyri at kunna tørna út fyri Ísland, og hann verður við á venjingarleguni hjá íslendska landsliðnum, sum verður í Danmark. Hann vónar, at kunna gerast klárur til fyrsta innleiðandi dystin ímóti Spania 12. januar, men staðfestir yvirfyri íslendska Morgunblaðnum, at verður hann ikki 100 prosent klárur, so verður hann noyddur at geva avboð. Áron Pálmarsson sigur seg verða væl fyri kropsliga, men hann sigur, at tað er givið, at honum væntar dystarvenjing.
Áron Pálmarsson er sera týðandi fyri íslendska landsliðið, og øll íslendska tjóðin krossar fingrar fyri, at hann kann verða við til HM-endaspælið í Fraklandi.
Á venjingarleguni í Danmark spælir Ísland venjingardystir ímóti Danmark, Ungarn og Egyptalandi.
Fyrsti dysturin hjá Íslandi í HM-endaspælinum verður hóskvøldið 12. januar klokkan 19.45, tá Ísland spælir ímóti Spania í Metz.










