200pla bf 1
Framførslan hjá 200 á Roskilde Festivalinum í fjør fekk betur ummæli enn flest øll stóru útlendsku nøvnini á festivalinum. Bólkurin hevur í fjør givið Graceland út, og hevur spælt bæði úti og heima.
Deja Vu pla bf 2
Deja Vu vann føroysku GBOB finaluna og slapp til London at kappast í heimsfinaluni. Ávegis vann Deja Vu m.a. á Marius, ið vann GBOB í fyrraárið. Deja Vu hevur í fjør verið millum virknastu konsertbólkar í landinum.
Høgni Lisberg pla bf 3
Høgni Lisberg hevur í fjør spælt bæði úti og heima. Á bæði G! og Summarfestivalinum gjørdist Høgni millum jaligastu upplivingarnar. Ungi leirvíkingurin hevur fingið útgávuavtalur í fleiri ymiskum londum, og gongur eini spennandi tíð ímóti.
Teitur pla bf 4
Teitur hevur spælt nógvar konsertir kring Evropa og í USA, hann er enn Føroya størsta navn uttanlands og alt fleiri fólk tykjast at varnast Teit.
Týr pla bf 5
Við útgávusáttmála og útlendskum bookingfelag byrjaði árið hjá Týr sera væl, og sum tíðin fráleið gjørdist árið uppaftur betur. 2006 endaði við nýggjari fløgu og tveimum stórum konsertferðum kring Evropa.











