Rokkenda punk trioin kom fram í sambandi við upptøkurnar av Rock í Føroyum 2 í 1997. Teir spældu tá antipopp á føroyskum, tað flutti seg síðan til fullveldispunk á fyrstu fløguni 200% í 2001. Nýggjasta fløgan Viva La Republica tekur tráin upp eftir 200%, men er heldur meira rokkkend enn fyrra fløgan, og tekstirnir eru enn meira argandi. Teir eru allir tríggir framúr góðir tónleikarar, sum við sínum pappmasjefokkjúfingri leggja eftir øllum, sum teir halda vera skeivt.
Atkvøða: Send »pla bf 1« til 1441