Besti dysturin í ár

Lise Hjort Hansen, sum í ár hevur vart málið hjá Stjørnuni, var ovurfegin eftir sítt avrik leygardagin

– Tað var í øllum førum gott, at vit fingu tríggjar finalur, so eg fekk spælt meg ordiliga upp. Við trimum bjargingum og einum tiknum brotskasti kom eg væl ígongd, men tær blivu við at koma aftur. Men tá vit so fara fýra mál framum í seinna hálvleiki, visti eg, at dysturin var avgjørdur, segði Lise á kykmyndunum á portalinum eftir dystin.