Í kvøld var finalan í sjónvarpskappingini "Klar, Parat, Sy," ið hevur verið víst á TV2 FRI í heyst.
Tíggju luttakarar úr øllum Danmark hava kappast í seyming.
Og eftir finaluna í kvøld er greitt, at føroyska Herborg við Sandá Thomsen er kosin besti áhugaseymari í Danmark. Hon vann eina javna finalu móti danska Henrik.
Herborg við Sandá Thomsen flutti til Danmarkar í 2001 og arbeiðir í løtuni sum fangavørður í Vridsløselille.
Les eisini Føroyska Herborg í danskari seymisending
Lurta eftir samrøðu við Herborg undan sendingunum her.